400.000 ára gomul mannatonn

Fornfrøðingar halda, at ein tonn, sum er funnin undir útgrevstri í Ísrael í dag, kann broyta teoriina um, hvaðani nútímans menniskja stavar. Professarin, Avi Gopher og doktarin, Ran Barkai, við fornfrøðiliga stovnin í Tel Aviv í Ísrael, hava í dag funnið eina áhugaverda tonn nærindis býnum, Rosh Ha?Ayin.

Ísraelsku fornfrøðingarnir siga, at teir kanska hava funnið seinasta prógvið um upprunan hjá nútímans menniskjanum.

Elstu leivdirnar, sum higartil eru funnar av nútímans menniskjanum ? homo sapiens ? sigast at vera umleið 200.000 ára gamlar.

Nú meta fornfrøðingarnir, at tonnin, sum teir hava funnið í dag, er heili 400.000 ára gomul.

Um tonnin veruliga stavar frá homo sapiens, fáa vísundaligir granskarar veruliga nakað at tyggja uppá, sum tikið verður til.

Galdandi vísundaliga teoriin sigur, at homo sapiens kom úr Afrika.

Professarin, Avi Gopher, leggur dent á, at neyðugt er við meiri gransking, áðrenn staðfestast kann, um hesar 400.000 ára gomlu leivdir veruliga stava frá homo sapiens.

Sambært Daily Mail eru eisini mannaleivdir funnar í Kina og Spaniu, sum sáa iva um, hvørt nútímans menniskja veruliga kemur úr Afrika ella ikki.