Í minsta lagi 40 skúlabørn doyðu, tá ein bussur og eitt tok stoyttu saman har suðuri í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo í morgun. Tað sigur tann almenna tíðindastovan.
Guvernørurin í økinum hevur givið boð um, at hendingin skal kannast alt fyri eitt, men enn hevur almenningurin ikki fingið nakra nærri frágreiðing um, hvat veruliga hendi.
Tann alemman tíðindastovan sigur, at skúlabussurin var komin úr býnum Manfalut.