40 ársverk niðurløgd á Skála

MEST váttar nú at talan er um 40 ársverk, ið verða niðurløgd á Skála Skipasmiðju. Húsagangir í flotanum, niðurskurður í svartkjaftakvotuni og mist arbeiði til Íslands eru millum orsøkirnar til nógv minkaða virksemið Hjá MEST var nógv virksemi í tíðini, meðan tvey nýggj skip vórðu smíðað á Skála. Bygnaðurin varð tá tillagaður hesum virksemi, bæði tá ið talan var um teknistovur, keypsdeild, fyrisiting og tímalønt fólk.

Upprunaliga var ætlanin hjá Thor, sum lat hesi skip smíða á Skála, at fýra skip skuldu byggjast, men hóast stórur tørvur er á tílíkum skipum, var møguleiki ikki at fáa neyðugu fíggingina í Føroyum.

Á vári 2008, tá ikki fleiri nýbygningar vóru í væntu, varð stórt arbeiði gjørt fyri at fáa

føroysk og útlendsk skip at koma til MEST at gera umvælingar og viðlíkahaldsarbeiði.

- Farið varð eitt nú til Íslands og Russlands at selja okkara tænastur, og arbeitt varð fyri at fáa føroysku skipini at gera arbeiðið í Føroyum heldur enn at fara av landinum. Vit fingu onkur íslendsk skip at koma á sumri 2008, men øll vita vit, hvussu gongdin hevur verið í Íslandi síðan tá, og heldur enn at vit hava fingið íslendsk skip at koma til Føroyar, so hava íslendsku skipasmiðjurnar givið føroyskum skipum tilboð, sum torført hevur verið at kappast við. Sostatt hava vit mist arbeiði til Íslands heldur enn at fáa arbeiði haðani, staðfestir Eyðfinn Egholm, stjóri í MEST, í tíðindaskrivi.

Styrkt samband við Russland ikki nóg mikið

Stjórin í MEST, Eyðfinn Egholm, vísir á, at MEST hevur styrkt sambandið við Russland, men at tað enn ikki munar nóg mikið í mun til tann kapasitet, MEST hevur til umvælingar og viðlíkahald av skipum.

Harafturat sigur hann at húsagangir í føroyska flotanum hava havt sína ávirkan.

- Fleiri skip í føroyska flotanum eru farin á húsagang, og tá tey so vóru endurreist við nýggjum

eigarum, hava fleiri av teimum ynskt at fara av landinum at gera umvælingar og umbyggingar,

hóast okkara tilboð oftast hava verið kappingarfør, sigur Eyðfinn Egholm.

Kunnu als ikki halda áfram

Eisini niðurskurðurin í svartkjaftakvotuni verður nevndur sum ein av orsøkunum. Hesin hevur havt við sær, at fleiri av størstu trolarunum eru seldir av landinum.

- Við endan av árinum 2008, tá vit sóu hvønn veg tað bar, gjørdu vit eina tillaging av fólki svarandi til uml. 10% av samlaða kapasitetinum. Í januar, februar og mars í 2009 var sera lítið virksemi, meðan nakað av arbeiði var í apríl og mai. Við útgangsstøði í teimum arbeiðum, vit kenna og við atliti til gongdina í føroyska flotanum og føroyska samfelagnum sum heild, síggja vit nú, at vit als ikki kunnu halda áfram við teirri manning, vit hava í dag. Um hesi fyritøku skal verða lív lagað, eru vit noydd til at gera enn eina tillaging av bygnaði og fólki, og talan er nú um 40 ársverk, ið verða niðurløgd, staðfestir Eyðfinn Egholm, stjóri á MEST.