40 ára starvsdagur á Føroya Tele

Fríggjadagin 18. januar eru liðin 40 ár síðan Óli Kristian Jacobsen, vanliga nevndur Óli Ki, byrjaði á støðardeildini hjá Telefonverki Føroya Løgtings.

Hann byrjaði tann 18. januar 1968, tá Telefonverkið helt til á Tinghúsvegnum, har sum Løgtingshúsið er í dag. Telefonin var tá bert automatiserað í Havn, Klaksvík og í Runavík.


Frá 1969 til 1979 arbeiddi Óli á støðardeildini, har hann var við til at seta automatstøðir upp kring alt landið. Tá digitaliseringin av telefonkervinum byrjaði í 1986, var Óli við í hesum arbeiði til tað varð liðugt. Seinastu fimm árini hevur hann arbeitt á installatiónsdeildini hjá FT-Net, sum m.a. hevur við innstallatión av breiðbandi at gera.


Í fjør var Óli við til at seta tvær støðir upp í ávikavist Hetlandi og Oyrknoyggjunum í sambandi við ”SHEFA2” kaðalin millum hesar oyggjar og Føroyar.


Óli sigur, at hann hevur trivist væl í sínum arbeiði. Tað hava verið nógvar spennandi avbjóðingar, og hann heldur at tað hevur gingið so væl, tí hann hevur altíð havt gott fólk rundan um seg.


Óli er úr Havn, sonur Juliu, f. Hansen, úr Nólsoy, og Jákup Jacobsen (hjá Ki) úr Havn.

Hann er giftur Jónu, f. Magnussen, úr Streymnesi. Tey eiga trý børn: Guðrun, Gunnvør og Jógvan, sum øll búgva í Havn. Barnabørnini eru fýra í tali.