40 ára hátíðarhald í Zarepta

Komandi leygardag verður stórt hátíðarhald í Zarepta, tí 40 ár eru liðin, síðani Zarepta í Vatnsoyrum varð tikið í brúk

Tær fyrstu summarlegurnar vórðu hildnar í húsunum hjá Alv við Áir í tvey ár, men tá tað varð greitt, at húsið ikki kundi fáast tað triðja ári, so varð ferð sett á at fáa bygt eini hús í Vatnsoyrum. 06. oktober 1965 varð spakin settur í, og á sumri 1967., longu 20 mánaðir seinni, komu tey fyrstu børnini til summarlegu í Zarepta.

Hetta var nakað heilt nýtt tá, men skjótt vandust børnini og ungdómurin og starvsfólkið við henda nýggja møguleikan, og tað gjørdist so við og við ein fastur árligur táttur hjá bæði børnum og vaksnum at fara í Zarepta, annaðhvørt á summarlegu ella at hjálpa til. Ígjøgnum hesi seinastu 40 árini eru tað í túsundavís av menniskjum, sum hava havt sína árligu gongd í Zarepta.

Børnini, sum komu til tær fyrstu legurnar í 1967., eru í dag um 50 ára aldur og hava sjálvi ígjøgnum árini bæði verið liðleiðarar og sent síni egnu børn á legu, og vit kunnu leggja afturat, at hesir zarepta-veteranar kunnu í dag gleðast yvir at eiga ommu- og abbabørn á summarlegu í Zarepta.

Zarepta er so statt komi inn í triðja ættarliðið, eftir 40 árum, sum skal hátíðarhaldast við myndum, røðum, tónleiki, góðum mati og nógvum vælhýrdum gestum. Tann, sum vil nøra um góð minnir og tað nustalgiska skal seta komandi leygardag av til Zarepta.

Vit hava kaga í skránna og hon sær spennandi út. Hátíðarhaldið, sum er opið hús, verður leygardagin 20.oktober frá kl. 14.00 til kl. 20.00

Kl. 14.00 verður boðið vælkomið uppi í salinum, har m.a. mentamálaráharrin, Jógvan á Lakjuni, kemur at halda røðu og sangbólkur kemur at syngja.

Kl.15.00 verður bjóðað niður í matarhøllina har borðreitt verður við sjálvtøku. Har verða gamlar og nýggjar myndir at síggja á tveimum stórskýggjum. Orðið verður frítt, um onkur ynskir at bera eina heilsu fram.

Fyrireikarnir siga, at fyri tey, sum ikki hava verið í Zarepta áður, verða túrar gjørdir runt í báðum húsunum saman við fólki, sum fara at greiða frá arbeiðinum, húsunum og framtíðarætlanum.

Kl.17.00 verður aftur farið upp í salin, har ein sangløta verður við luttøku av fleiri sangbólkum. Eisini koma fólk, við tilknýti til zarepta, at greiða frá sínum leikluti ígjøgnum árini í arbeiðinum í Zarepta.

Fyrireikarnir lata heilsa, at hátíðarhaldið er opið fyri øll, sum hava hug at leita sær í Zarepta leygardagin 20. oktober. Fyrireikarnir vænta nógv fólk.