40 ár við garvillum Rag Rags

Heiðurin at skula enda stóra Stóra pall á ársins Summarfestivali er tilfollin Ólavi Presley og hansara Dirty Rag Rags.

 

- Tað verður væntandi ein vill konsert við nógvum futti í, sigur Ólavur Presley, forsangari í bólkinum.

 

- Vit hava fingið heiðurin at enda Stóra pall, so tað forpligtar, sigur Eliesar úr Pállsstovu, sum væntar nógv fólk, tí tá hava bæði TV2 og Terji og Føstufressar hitað upp fyri teir.

 

At spæla eina konsert er ikki nakað, man bara líka ger.

 

- Síðan aprílmánað hava vit vant hvørja viku, sigur Ólavur.

 

- Tey eru farin at seta so høg krøv í dag. Nú skal man faktist stemma guitarin hjá sær, letur skemtandi úr Eliesari.

 

Ólavur Presley and his Dirty Rag Rags hava í ár 40 ár á baki. Hóast nógv er tað sama, so er tó ein stórur munur á fyrr og nú.

 

- Fyrr gingu vit bara fullir, meðan vit vandu og spældu. Nú er tað einans kakao, sum fer niðurum, sigur Ólavur flennandi.

 

Teir báðir siga, at fólk skulu gleða seg til konsertina.

 

- Vit gleða okkum nógv til at spæla, og áskoðararnir skulu ikki gleða seg minni, tí tað verður eitt ordans brak, sigur Eliesar, sum saman við bólkinum fer á pall í aðru nátt.