40 ár síðani síðstu Gasolin framførsluna

Í august 1978 spældi Gasolin sína síðstu konsert, uttan at nakar visti, at so var.

Tað var tann 21. August í 1978, at Gasolin spældi í Folkets park í Malmø. Altso vóru 40 ár týsdagin, síðani hesa konsert. Og hóast onki var at síggja ella hoyra um tað, so varð henda framførsla tann síðsta hjá bólkinum.

 

 

Hetta var byrjanin til endan hjá dreingjunum, sum rukku tindarnar í donskum rocktónleiki í sjeytiárunum.

 

 

Serkøn og ummælarar eru rættiliga samd um, at í donskum rocktónleiki sum heild er ongin, eins og Gasolin.

 

 

Í samband við 40 ára dagin, er bókin Gas endurútgivin á forlagnum Gyldendahl. Í bókini lýsa teir fýra Kim Larsen, Wili Jønsson, Franz Beckerlee og Bjørn Uglebjerg (seinni útskiftur við Søren Berlev), árini í Gasolin, við mót- og undanbrekkum.