40 ÁR SÍÐAN LØGTINGIÐ SAMTYKTI 200 FJÓRÐINGAR

Í farnu viku, hósdagin 11. august 2016, vóru 40 ár liðin, síðan einmælt løgting samtykti at flyta fiskimarkið út á 200 fjórðingar. Tað var Atli Dam, løgmaður og formaður Javnaðarfloksins, ið legði uppskotið fyri løgtingið 2. august 1976. Fiskimarkið skuldi flytast - og varð flutt - 1. januar 1977.


Søguligt

Stríðið um fiskimarkið fylti annars nógv í politiska orðaskiftinum í 50-, 60- og 70-árunum. Tjóðveldisflokkurin legði fyrst uppskot fyri løgtingið at siga upp norðsjóvarfiskisáttmálan frá 1901, ið Danmark skrivaði undir vegna Føroyar og Ísland í 1952. Tað var byrjanin til stríðið um at fáa føroyska 12 fjórðinga fiskimarkið viðurkent.

Fiskimarkið var heldur ikki meir enn flutt út á 12 fjórðingar 12. mars 1964, tá Erlendur Patursson, formaður Tjóðveldisfloksins, legði uppskot fyri løgtingið um at flyta fiskimarkið longur út. Uttan at fara niður í smálutirnar, hví fiskimarkið ikki varð flutt fyrr enn 1. januar 1977, vóru viðurskifti úti í heimi, ið ávirkaðu støðutakanina. Her kunnu vit m.a. nevna toskakríggið millum Ísland og Bretland, ið endaði við, at bretska sjóverjan fekk heimild at søkkja íslendska verjuskipið. Bretar góðtóku ikki, at Ísland flutti fiskimarkið út á 50 og síðan 200 fjórðingar.

 

200 fjórðingar

Leingi er tað, ið væl skal vera, sigur orðatakið. Nøkulunda soleiðis kunnu vit siga um fiskimarksspurningin. Í grundgevingunum fyri, hví fiskimarkið skuldi flytast, stendur í uppskotinum, at endamálið var m.a.: "at verja fiskastovnarnar." Farið var frá fríum fiskiskapi til skipaðan fiskiskap. Vit gjørdu nýggjar fiskiveiðuavtalur við EF, Noreg, Ísland og Sovjet v.m. Nú, 40 ár seinni má avgerðin metast at vera ein tann týdningarmesta, løgtingið hevur tikið. Hon er grundarlagið undir samfelagnum í dag. Hon var hornasteinurin undir føroyska kravinum um hægri makrelkvotu í 2010.


200 fjórðinga fiskimarkið var byrjanin til ta fiskivinnu og samfelag, vit kenna í dag.


Hanus Samró