Valnevndin í Afghanistan kunngjørdi í kvøld, at 3,6 milliónir fólk greiddu aqtkvøðu á tjóðartingsvalinum í dag. Sostatt var valluttøkan umleið 40 prosent. Myndugleikarnir hava fingið fleiri fráboðanir um hóttanir og óreglusemi á valstøðunum. Millum annað stóðu fólk við valrætti ikki í veljaraskrásetingini, onnur fingu skeivt valkort, og summastaðni vóru atkvøðuseðlarnir vánaligir.
Taliban hevði boðað frá, at rørslan fór at órógva valið, og sambært myndugleikunum doyðu fleiri sivilfólk og tríggir útlendskir hermenn í ymsum atsóknum.
Tey, sum stillaðu upp á afghanska valinum í dag, mugu brynja seg við toli, tí sambært valnevndini kemur úrslitið ikki fyrr enn um ein mánað ella so.