Uppgerðir hjá Heimsnáttúrugrunninum WWF vísa, at umleið 40 prosent av tí fiski, sum verður veiddur í høvunum kring heimin, er hjáveiði Heimsnáttúrugrunnurin sigur hetta vera sera óheppið, tí at kalla øll hjáveiðan verður tveitt aftur í havið.
WWF sigur, at heimsins fiskiveiðilond mugu leggja seg eftir at skipa veiðina so, at tað slepst undan hjáveiði í mest møguligan mun.
-Tað, sum nú fer fram, er einki minni enn ein umhvørvislig, búskaparlig og menniskjalig vanlukka, sigur WWF.
Sambært grunninum verða 95 milliónir tons af fiski veidd árliga, og av hesum eru 39 milliónir tons hjáveiði.