Í einari HM-kapping í hondbólti eru altíð dystir, har tað er sera stórur munur á teimum báðum liðunum á vøllinum, og tað sæst eisini aftur í úrslitinum.
Ein av hesum dystum var seinnapartin millum Spania og Avstralia. Í hálvleikinum vóru spaniumenn frammanfyri 24-6, og tá dytsurin endaði, høvdu teir vunnið 51-11 ella við 40 málum.