Tað er í einari samrøðu við franska blaðið Le Monde, at Mohamed ElBaradei kemur við døpru tíðindunum um, at næstan 40 lond eru før fyri at útvega sær kjarnorkuvápn.
- Tann gamli sáttmálin ímóti kjarnorkuútbreiðslu, sum kom í gildi í 1970, dugir ikki longur, tí nú eru tað bæði lond og yvirgangsfelagsskapir, sum kunnu fáa sær kjarnorkuvápn, sigur ElBaradei við Le Monde.
Sjálvur heldur hann, at tað eru millum 35 og 40 lond, sum eru før fyri at gera kjarnorkuvápn.
Hann vísir á, at galdandi altjóða reglur banna ikki londum at ríka uran, so tað kann nýtast til kjarnorkuvápn. Tá tey hava fingið nóg mikið av ríkaðum urani, tekur tað bara nakrar fáar mánaðir at gera kjarnorkuvápnini, sigur hann.
- Okkurt má gerast við hetta. Í Norðurkorea standa vit longu á eggini til eina vanlukku, sigur leiðarin í kjarnorkustovninum við franska blaðið.