40 km/t sona í Vági

Arbeiðið at bøta um ferðslutrygdina í Vági heldur fram. Frá mánadegnum 16. januar verður 40 km/t sona eftir Marknoyarvegi og Vágsvegi. Sostatt er ikki loyvt at koyra skjótari enn 40 km/t.

 

Vágs Kommuna arbeiðir áhaldandi við ferðslutrygd og viðurskiftum í ferðsluni. Burturúr hesum arbeiðið kann nevnast rundkoyring á Vágsvegi, har Vágsvegur, Toftavegur og Marknoyarvegur møtast. Fleiri parkeringspláss eru gjørd á Vágsvegi og Toftavegi soleiðis, at borgarar og vitjandi kunnu seta bilarnar á ávís støð, uttan at órógva ferðsluna. Eisini er parkeringsforboð komið á ávís strekkir, á áðurnevndu vegum.

 

Nú verður so 40 km/t sona galdandi á Marknoyarvegi og Vágsvegi. Arbeiðið hevur verið fyri í ferðslunevndini, tekniskunevnd og umhvørvisnevndini, og síðani hevur Vágs Býráð samtykt, at hámarkið eftir Marknoyarvegi og Vágsvegi verður 40 km/t – 40 km/t sona.

 

Broytta hámarksferðin á Marknoyarvegi og Vágsvegi kemur í gildi mánadagin 16. januar 2023. Arbeiðsmenn hjá Vágs Kommunu hava skeltað og verða hesi skeltir sjónlig frá mánadegnum. Heitt verður á bilførarar um at leggja nýggju hámarksferðina í geyma.

 

Vágs Kommuna skal eisini upplýsa, at broytta hámarksferðin á 40 km/t er galdandi við Vágs skúla. Áður hevur tað verið hámark á 30 km/t. Sostatt verður nú loyvt at koyra upp til 40 km/t eftir Vágsvegi framvið Vágs skúla, men heitt verður á bilførarar um at ansa eftir skúlabørnunum, skrivar Vágs kommuna á síni heimasíðu.