40 fingu skaða í bussvanlukku í New York

18 fólk vórðu flutt á sjúkrahús, harav nøkur fingu viðgerð fyri møgulig beinbrot og skaðar í høvdi og nakka.

Í minsta lagi 40 fólk fingu skaða í einum busssamanstoyti í New York í gjár.

Tað veit søkkiliðsumsitingin í amerikanska stórbýnum at siga sambært tíðindamiðlinum, FDNY.

 

Av teimum 40, vórðu 18 fólk flutt á sjúkrahús - tey flestu tó við smærri skaðum.

 

Tað var klokkan 19 í gjárkvøldið, at ein bussur í tveimum hæddum koyrdi inn í afturpartin á einum býarbussi.

 

Hendingin fór fram á krossinum millum First Avenue og 23rd Street í býnum.

 

Báðir bussarnir vóru fullir við fólki, og 63 ferðandi fingu heilsuhjálp og aðra hjálp á staðnum.

 

Onkur av teimum løstaðu hevði skorið seg, og onnur høvdu ymiskar skeinur.

 

Nøkur ferðafólk vórðu eisini viðgjørd fyri møgulig beinbrot og skaðar í høvdi og nakka.

 

Tað eru eitt nú tíðindastovurnar, NTB og Dagbladet, sum endurgeva amerikanska tíðindamiðilin, FDNY.