40 dagar fyri sera grovan harðskap

Ein 22 ára gamal maður varð í Føroya rætti dømdur 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava sligið ein annan mann í høvdið við einum ølglasi. Maðurin, sum er útlendingur, má ikki koma til Føroya aftur næstu fimm árini

Føroya rættur

 

Tað hendir av og á, at sakleys fólk knappliga verða offur fyri harðskapi, og tað upplivdi ein ungur maður sunnunáttina 2. august.

Hann og gentan høvdu verið ein túr í býnum, klokkan var um hálvgum fýra um náttina, og tey skuldu niðan gjøgnum býin, at keypa sigarettir og taka ein bil heim.

Tá ið tey vóru komin niðan í gongugøtuna og stóðu har og prátaðu, møttu tey tveimum fullum monnum. Tann ungi maðurin hoyrdi annan av hinum siga eitt ókvæmisorð, vent móti gentu hansara, og hann rópti á henda fullan mannin og spurdi, hvat hann segði.

Í somu løtu sló tann fulli maðurin hin undir vangan við einum hálvfullum ølglasi, og glasið fór í knús.

 

Vinglaður víðari

Teir báðir fullu menninir vinglaðu víðari oman eftir gøtuni, men gentan var sansaleys av øði og fór eftir teimum. Tann illa bløðandi maðurin vildi verja gentuna og fór ímillum, og so hendi í so máta ikki meira.

Gentan var kvik at ringja eftir politinum, sum tók álopsmannin og syrgdi fyri, at hin kom á Landssjúkrahúsið.

Álopsmaðurin varð varðhaldsfongslaður, og málið var fyri í Føroya rætti mánadagin.

 

Grundleysur harðskapur

Rættarfundurin gav onga ábending um, hví álopið var hent, tí hvørki hann ella maðurin, sum hann fylgdist við, mintust nakað frá hendingini.

Hini bæði søgdu, at tey ikki á nakran hátt hvdu provokerað.

Tann ákærdi maðurin var ein russari, sum var mynstraður við einum skipi, ið lá við bryggju í Havn.

Teir høvdu báðir drukkið fleiri øl hetta kvøldið. Tann ákærdi, sum lesur búskaparfrøði á universiteti í Murmansk, siglir tríggjar mánaðir um árið fyri at fíggja lestur sín.

Tað kom fram á rættarfundinum, at hann ongantíð áður hevur verið í nøkrum harðskapsmáli, ei heldur verið í klørnum á politinum.

 

Slapp væl

Tann álopni maðurin fekk nakrar skeinur í vangan og í oyrað. Likamliga bagir honum einki nú, annað enn at hann hoyrir illa av eini blóðsamling í øðrum oyranum.

Kravið hjá ákæranum var at døma fremmandamannin við fongsulsrevsing fyri serliga ráan, ógvusligan ella vandamiklan harðskap.

Eftir útlendingalógini kravdi hann eisini mannin dømdan innferðarforboð í Føroyum í fimm ár.

- Hetta var ein ólukkulig hending, sum ikki hevði verið, um ákærdi var edrúur, men fylsskapur er eingin umbering. Tað at drekka so nógv hevur einki umberandi við sær, segði ákærin. Hann kravdi mannin fonglaðan í 50-60 dagar.

Tann ákærdi hevði noktað seg sekan, við tað at hann einki mintist, og verji hansara kravdi frídøming, men kom rætturin til ta niðurstøðu, at hann var sekur, átti hann at fáa linari revsing, ikki meira enn 30-40 daga fongsulsrevsing, og útvísing í trý ár.

Dómurin var 40 daga fongsulsrevsing og innferðarbann í fimm ár.

 

Ógvusligur harðskapur

Grundgevingin var, at maðurin hevði framt ógvusligan harðskap, og ikki bar til at gra dómin treytaðan ella partvís treytaðan, segi dómarin.

Maðurin tók við dóminum.

Av tí at maðurin mánadagin hevði sitið varðhaldsfongslaður í 15 dagar, vóru tá 25 dagar eftir at sita, og teir skal hann sita allar beinanvegin.

Á rættarfundinum varð umrøtt, hvussu maðurin til ta tíð sleppur heim aftur til Russlands. Avtalað var at kanna, um skipið verður aftur í Føroyum um ta tíðina, tá ið maðurin hevur siti dómin. Kemur skipi inn nakrar dagar seinni, má maðurin sita longur, ti hann hevur ikki loyvi at at vera í Føroyum nú.

Skipið skiftir av og á manning í Føroyum.