40 dagar fyri harðskap

Tað kostaði einum 21-ára gomlum manni 40 dagar treytaleysa fongsulsrevsing, at hann sunnunáttina framdi harðskap móti einum 16 ára gomlum í klubbagarðinum. Ákæruvaldið hevði tó broytt ákærina, so hon nú kom undir §244, sum er mildara paragraffin um harðskap. Ákæran ljóðaði upp á, at tann 21-ára gamli hevði sligið 16 ára gamla dreingin í andlitið og síðani, meðan hesin lá niðri, at hava sparka ella traðka unga dreingin harðliga í høvdið.

Ákærdi játtaði seg sekan í øllum uttan at skula hava traðka hin unga dreingin harðliga í høvdið. Ákærin rættaði síðani ákæruna eftir tí.

Helle Severini, ákæri, segði, at talan var um álvarsamt álop, sum tó eftir øllum at døma spældi væl av. Vísandi til skerpaðu revsireglurnar, sum komnar eru í gildi 1. januar í ár mælti hon til, at dómurin ikki gjørdist undir 50 dagar, og at revsingin skuldi verða treytaleys.

Verjin, Jógvan Páll Lassen, vísti á, at ákærdi í útgangsstøðinum royndi at bøta um eina støðu, og at hann varð blivin provokeraður at fremja harðskap. Hann vísti eisini til, at ákærdi ikki áður er dømdur. Hann mælti tí til 30 dagar, sum eftir umstøðunum áttu at verða treytaðir.

Dómurin endaði á 40 døgum, og dómarin helt ikki at grundarlag var fyri treytaðum dómi, so 21 ára gamli maðurin noyðist í spjellið at gista hesa tíðina.