4 ymiskir tættir í Studio Pegasus í dag

Nýggj fløga, Fuglafjarðar Kommuna, roykiátak og Klaksvíkskappingin verður á skránni úr Studio Pegasus, á Rás millum kl. 15 og 17 í dag. Magnus Poulsen í Klaksvík hevur givið fløgu út, sum eitur ?Fløvandi tónar?. Magnus kemur í Studio Pegasus, har høvið verður hjá lurtarunum at hoyra sangir úr fløguni. Jan Müller fer at hava borgarstjóran í Fuglafirði, Sigurð S. Simonsen á tráðnum. Vit fara at hoyra um árliga roykiátakið hjá skúlunum í Klaksvík, og seinast í sendingini verður árliga Klaksvíkskappingin, og komandi landskappingin í fótbólti á breddanum. Rás2 millum kl. 15 og 17.