4-oyggjaverkætlanin

Oyggjasamfeløgini Føroyar, Ísland, Áland og Grønland hava seinastu 2 árini gjøgnum Norðurlandaráðið verið saman um eina verkætlan. Endamálið við verkætlanini er at greina tað mentanarligu bakgrundina fyri rúsevnis- og rúsdrekkanýtsluna hjá miðnámsskúlanæmingum. Eisini skal verða mett um ávirkanina av teimum skráum, sum skulu fyribyrgja misnýtslu av rúsevnum/rúsdrekka og meta um fatanarligar (kognitivar) og kensluligar tilgongdir, ið er knýttar at rúsevnis- og rúsdrekkanýtsluni

Barbara Thomsen og Iris J. T. Thomsen
?????????????????????????????????

Fyriskiparar
Verkætlanin er komin í lag gjøgnum norðurlendskt samstarv. Í Føroyum er tað Fyribyrgingarráðið, sum hevur ábyrgdina av føroyska partinum. Fyribyrgingarráðið hevur til uppgávu at styrkja tiltøk fyri heilsufremjan, sjúku- og vanlukkufyribyrging og tað bæði í almanna- og heilsuverkinum. Ráðið hevur aftur at hesum sum uppgávu at stimbra gransking og royndir á fyribyrgingarøkinum.
Brynhild Danielsen, skrivari á Fyribyrgingarráðnum, og Carl August Arge, rúsevniskonsulentur, hava dagligu umsitingina av verkætlanini.
Luttakarar
Næmingarnir, ið taka lut í granskingar-verkætlanini eru millum 17-22 ár og eru tey 25 í tali. Men tó er henda verkætlan soleiðis háttað, at tað ikki bert eru útibúgvandi næmingarnir, sum taka lut. Allir FHS- og studentaskúlanæmingar á fyrsta ári fingu við skúlaársbyrjan eitt umfatandi spurnarblað at fylla út, og fáa teir aftur eitt, tá ið eitt hálvt ár er umliðið.
Verkætlanin í Føroyum
Endamálið við granskingarverkætlanini hjá Norðurlandaráðnum er at meta um árini av tiltøkum, ið skulu fyribyrgja misnýtslu av rúsandi evnum. Samstundis miða tiltøkini ímóti at menna tey ungu í sínámillum samstarvi og at læra tey at kenna sínar sterku síður og virða síni egnu mál og virðir. Hesin parturin umfatar 10 tímar og byrjaði beint eftir heystfrítíðina. Tey luttakandi eru øll útibúgvandi, tí kanningar í útlondum benda á, at útibúgvandi ung eru í størri vandabólki, tá talan eitt nú er um rúsevnir.
Í Føroyum hevur arbeitt verið í bólkum, sum hava fingið heitið "Oyggjabólkarnir". Tveir bólkar eru á hvørjum skúla og ein lærari er knýttur til hvønn bólkin. Allir bólkarnir hava haft bólkafundir og hava harumframt verið til fyrilestrar:
?Um rúsevni (Carl August Arge)
?Um fyribyrging - eisini kensluliga (Karin Dahl)

Bólkarnir á Handilsskúlanum hava síðani arbeitt við kriminaliteti, ungdómsmentan og -samleika og fíggjarviðurskifti í samband við at flyta heimanífrá.
Í Hoydølum valdi tann eini bólkurin at skriva um verkætlanina. Vitjað hevur verið úti á Sosialinum, har Páll Johannesen vísti runt og greiddi frá blaðmannastarvinum og um greinaskriving. Hin bólkurin hevur fyrireikað námsferðina.
Námsferðin
Oyggjabólkaverkætlanin endaði við eini námsferð. Henda ferðin var frá 8-12 mars, og fóru næmingarnir tá við fyriskiparunum og lærarunum til Íslands. Búð var í íbúðum mitt í Reykjavík.
Vit vitjaðu næmingar á sama útbúgvingarstøði í Reykjavík, góvu sínámillum frágreiðingar um útbúgvingarmøguleikar í teimum báðum londunum og gjørdu samanberingar millum útbúgvingarnar. Eisini samanbóru vit frítíðarumhvørvið hjá íslendskum og føroyskum ungdómi og áhugavert var at koma í samband vit ung í Íslandi. Ein vitjan í einum virknum ungdómshúsi var eisini á skránni. Um kvøldið vóru vit boðin til rokk konsert har. Harumframt vóru vit í Foreldrahúsinum mitt í hjartanum í Reykjavík, sum er ein sjálvboðin felagsskapur av foreldrum. Foreldrahúsið verður stuðlað av býráðnum í Reykjavík og vinnulívinum. Her fáa børn og foreldur ráðgeving og hjálp í samband við rúsevnismisnýtslu.
Tá ein er í Íslandi, ber ikki til at fara avstað aftur uttan at hava sæð okkurt av tí, sum Ísland hevur at bjóða. So mikudagurin var settur av til tílíkt. Tá var t.d farið at hyggja at Bláa Lóni og Reykjanes. Tann ætlaði túrurin til Geysir var avlýstur vegna harðveður.
Fríggjadagin kundu næmingarnir fara sær ein túr í handlar ella okkurt annað, tí hendan dagin høvdu vit "frí" eftir at hava mett um verkætlanina fyrrapartin. Farið var aftur til Føroyar fríggjakvøldið. Samanumtikið ein spennandi og ikki minst stuttligur túrur.
Ráðstevna í Føroyum
Norðurlendska verkætlanin endar í Føroyum við eini ráðstevnu komandi heyst, har granskingarúrslitini verða viðgjørd. Tá vera umboð fyri hini luttakaralondini eisini við.
Bygnaðurin í verkætlanini
1. Spurnaðarblað til allar næmingar í 1. flokkum í Studentaskúlanum í Hoydølum og á Handilskúlanum í Havn á heysti 2003.
2.Oyggjabólkarnir samansettir av útibúgvandi næmingum og einum lærara í hvørjum bólki hava bólkavirksemi, ið byggir á upplýsing, samstarv og tilvitan. Virksemið er frá oktober 2003 til mars 2004.
3. Spurnaðarblað til allar næmingar í 1. flokkum í Studentaskúlanum í Hoydølum og á Handilsskúlanum í Havn á vári 2004.