4 milliónir til langhyl í Havn

4 milliónir krónur eru nú játtaðar til nýggju verkætlanina at gera langhyl í Havn

Á býráðsfundinum í Havn í gjárkvøldið vórðu 4 milliónir krónur játtaðar til at fara í gongd við at fyrireika verkætlanina endaliga at gera langhyl í Gundadali.

Talan verður um at beina burtur ÍSF-húsið, rigga byggipláss til og at fara undir jørð- og lendisarbeiðið.

Høvuðsverkætlanin fer til politiska viðgerð um nakrar vikur og verður ætlandi boðin út í summar, skrivar heimasíðani hjá Tórshavnar kommunu.

Farið verður undir sjálva byggiverkætlanina í heyst.