Lítil ivi er um, at útstykkingin hjá Vága kommunu í Sandavági er væl umtókt millum manna.
Fyrradagin vórðu enn eini hús reist. Sambært heimasíðuni joanisnielsen.fo er talan um húsini hjá Rana á Lofti.
Hetta eru tó ikki einastu sethúsini, sum eru í gerð í nýggja býlinginum í Sørpum. Í løtuni verða fýra onnur hús bygd her.
- So nýggi býlingurin veksur skjótt, staðfestir heimasíðan..










