Leingi hevur slaturin gingið, um at ein av vælkendu »Jensens Bøfhus« matstovunum, skuldi lata upp í Føroyum. Og hon skuldi vera í bygninginum, har Bowlinghøllin eisini heldur til.
Men tann ætlanin er nú kortini vorðin til einkis. Bjarni Kyster, sum var maðurin aftanfyri »Jensens Bøfhus« matstovuætlanina, sigur, at nærum alt var komið upp á pláss, men teir vóru tó ikki heilt samdir á øllum økjum. M.a. vildi Bjarni Kyster nýta føroysku útvegararnar av kjøti, meðan matstovuketan helt uppá, at allar rávørur skuldu útvegast ígjøgnum tey.
Hvørgin vildi geva seg, og so fór tann ætlanin í vaski. Men Bjarni Kyster er tó ikki ráðaleysur.
4 banar og matstovu
? So skjótt sum Damfar fer út úr bygninginum byrja vit at byggja út. Bowlinghøllin skal víðkast, og vit skulu hava fýra bowlingbanar afturat. Harumframt fara vit eisini at gera aðrar umbyggingar, sigur Bjarni Kyster.
Millum annað nevnir hann, at matstovuætlanin ikki er slept, hóast hann ikki fekk semju í lag við »Jensen Bøfhus«. Í staðin verður ein líknandi matstova gjørd.
? Ætlanin er at hava eina matstovu, sum hevur eitt ógvuliga líknandi konsept, sum »Jensens Bøfhus« hevur. Tað verður ein búffmatstova við umleið somu príslegu, og úrvali av mati verður eisini nakað tað sama, sum tað er í »Jensens Bøfhus«, greiðir Bjarni Kyster frá.
Hann sigur, at tað ikki verður nøkur onnur matstovuketa í staðin, men at teir fara at gera sítt egna. Við føroyskum veitarum.
? Tað verður ein øðrvísi matstova. Ikki tað traditionella, greiðir Bjarni frá.
Bíða eftir Damfar
Bjarni sigur seg enn ikki vita júst nær ætlanin er at hava alt klárt og liðugt. Av tí, at byggjast skal út inn í hølini, har Damfar nú heldur til, er neyðugt at bíða, til teir eru farnir út. Men Bjarni sigur seg vænta, at tá arbeiðið loksins fer í gongd, verða tað einir tríggir mánaðir til alt stendur klárt til nýtlsu.
? Vit ætla at hava mangt ymiskt, ikki bert eina matstovu og bowling. M.a. verður eitt rúm við stórskíggja, har møguligt verður at sita og hyggja eftir fótbólti. Tað er torført at greiða frá øllum ætlanunum umvegis telefonina, men tað verða í øllum førum nógv sitipláss, og nógv ymisk tilboð, staðfestir Bjarni Kyster at enda.