4-1 var eitt misvísandi úrslit

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Venjarin hjá ÍF heldur, at 4-1 sigurin hjá B36 var ov trivaligur

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá ÍF, Jógvan Martin Olsen aftaná 1-4 tapið hjá ÍF ímóti B36 á ovara vølli í Gundadali í dag.

 

Jógvan Martin Olsen heldur, at 4-1 er eitt misvísandi úrslit. Hann heldur talan verða um ein dyst, sum var javnari enn tølini vísa. Í stórum pørtum dystinum hevði ÍF gott tak á B36, og hevði ÍF eisini nakrar málmøguleikar, sum teir áttu at fingið meir burturúr.