4.000 børn misnýtt

Kanningar í USA hava nú avdúkað, at prestar í at kalla hvørjum einasta biskupadømi hava misnýtt børn kynsliga, og sambært blaðnum The New York Times hava meiri enn 4.000 børn verið fyri kynsligari misnýtslu.
Umleið 1.200 prestar eru nú skuldsettir ella ákærdir fyri at hava misnýtt børn kynsliga. Tey flestu brotsverkini vórðu framd í sjeyti- og áttatiárunum, og nógvir katolikkar halda, at tær stóru sosialu broytingarnar í USA seinast í sekstiárunum gjørdu, at nógvir prestar fóru út um tær reglur og teir siðir, sum høvdu verið vanligir frammanundan.
Frælslyntir amerikanarar halda harafturímóti, at framferðin hjá prestunum kemst av teirri snævurskygdu áskoðanini, sum tann katólska kirkjan hev-ur til kynslig viðurskifti. Millum annað krevur kirkjan, at allir prestar skulu halda seg frá kynsligum sambandi við hitt kynið.