Hans er sjey ára gamal. Hann hevur eina fína fartelefon, ið honum dámar væl, tí so kann hann ringja til vinmenninar og senda sms til teirra. Hans er ikki til ordiligt, men tað kundi hann verið. Hans hevur júst fingið eitt nýtt smart ting á fartelefonina. Hann hevur nevniliga fingið 3G internet frá Vodafone, sum klárar at taka 0,38 megabyte niður um sekundið. Tað er tað sama sum 22 megabyte um minuttin. Tað heldur Hans vera ordiliga kul, tí so klárar hann at taka fýra góðar sangir niður um minuttin, og tað er smart at kunna við telefonini.
Foreldrini hjá Hansi eru eisini væl nøgd. Hans er glaður um nýggju tænastuna, og so eru foreldrini eisini glað. Tey er glað, líka til rokningin kemur. Fleiri túsund krónur í rokning á fartelefonini hjá Hansi. Foreldrini skilja onki og skelda Hans. Hans er keddur, men skilur enn minni. Hann hevur bara tikið niður av internetinum.
Tað, sum tá er hent hjá Hansi og foreldrunum, er, at hvør megabyte, sum Hans hevur tikið niður av netinum hevur kostað seks krónur. Í ein minutt, tá Hans hevur tikið fýra sangir niður, hevur hann nýtt 137,33 krónur, og tá Hans heldur tað vera stuttligt at taka sangir niður, og spæla spøl á netinum, so kom rokningin upp á fleiri túsund krónur, áðrenn nakar visti av.
Við øðrum orðum, er ferðin á internetinum á telefonini hjá Hansi blivið umleið tíggjufalda, og tá klárar hann við somu tíð at nýta tíggju ferðir so nógvar pengar sum frammanundan.
Ansið eftir
Jógvan Thomsen, stjóri í Fjarskiftiseftirlitinum, skilur væl støðuna hjá Hansi og foreldrunum.
- Tað er givið, at tað er øgiliga skjótt hjá brúkaranum at brúka heilt nógvar pengar, tá netið er so skjótt og prísurin seks krónur fyri hvørt megabyte. Mann skal sum brúkari altíð vera sera varin, tá nýggjar tænastur koma, tí tað er altíð kostnaðarmest, tá tænastan er nýggj, sigur stjórin á Fjarskiftiseftirlitinum. Hann leggur afturat, at nógv mál hava verið uttanlands viðvíkjandi hesum, og hann vónar, at fólk fara at ansa eftir, hvussu nógv tey brúka. Hann greiðir eisini frá, at tað má vera eitt áhugamál hjá bæði veitara og kunda, at kundin ikki kemur lort í býin av tænastuni hjá veitaranum.
Vilja hjálpa
Bjarni A. Bjarnason, stjóri á Vodafone í Føroyum, dugir eisini væl at síggja trupulleikan hjá lítla Hansi.
- Lukkutíð hava flestu børn talutíð, so tað avmarkar seg eitt sindur sjálvt, greiðir Bjarni A. Bjarnason frá. Hann leggur tó afturat, at hetta er nakað tey taka í størsta álvara og arbeiða við eini loysn við saldo kontroll, soleiðis, at eitt mark verður sett á nýtsluna.
- Tað hevur verið eitt krav uttanlands at hava saldo kontroll. Vit hava arbeitt við eini skipan, og vit fara at bjóða hana seinni. Vit hava bara ikki sett dato á, sigur Bjarni A. Bjarnason. Sum eisini greiðir frá, at tað ikki ordiliga er fastsett, hvussu skipanin skal virka, men at tað er nakað, tey í samráð við kundan fara at arbeiða við.