Í dag fara ikki færri enn 395 føroyingar á Teen-Street legu í suðurtýska býnum Offenburg. Farið verður við tveimum flogførum úr Vágum ávíkavist kl.05.00 og kl.12.20 Flogið verður beinleiðis úr Føroyum til Týsklands. Av hesum eru 249 tannáringar frá 13 – 17 ár, og 130 vaksin, sum skula hjálpa til á ymiskum arbeiðsøkjum.
Leiðslan fyri Teen-Street hevur sent út eitt tíðindaskriv, har boðað verður frá, at foreldur, samkomuleiðarar, vinfólk ella kenningar eru vælkomin at vitja á Teen-Street. Vitjunartíðin er hvønn dag frá kl.08:30 til 22:30
Trygdin á Teen-Street er í hásæti, siga fyrireikarar í tíðindaskrivi. Foreldur og onnur spyrja um, hvussu tað er við trygdini við atliti til yvirgangsatsóknirnar í Europa í seinastuni. Til hetta sigur leiðslan í Teen-Street, at eitt trygdartoymið er knýtt til leguna, sum tekur sær av trygdini burturav. Tað er ein væl útbúgvin trygdarløgreglumaður, sum hevur leiðsluna um hendi, sum eisini samstarvar við myndugleikarnar og løgregluna í býnum.
Legan endar týsdagin 01. august, og flogið verður við tveimum flogførum beinleiðis til Føroyar týsdagin 01. august ávíkavist kl. 06:50 og kl.14:20