391 málmøguleikar og bert 33 mál

Manchester United hevur brent eina ræðuliga rúgvu av málmøguleikum hetta kappingarárið

Tað hevur ikki gingist nakað serligt hjá Manchester United hetta kappingarárið í Premier League.

 

Í 23 Premier League dystum hevur Manchester United bert vunnið 11 dystir, tapt tríggjar dystir, og so hava teir spælt heili níggju javnleikir higartil.

 

Seinasti javnleikurin hjá Manchester United var í gjárakvøldið, tá teir á heimavølli á Old Trafford leikvøllinum í Manchester leiktu javnleik 0-0 ímóti Hull City. Manchester United hevði ikki færri enn 16 royndir á málið hjá Hull City, og soleiðis hevur lagið verið hjá Manchester United alt kappingarárið.

 

Ítróttarhagfrøðisstovnurin Opta hevur roknað seg fram til, at Manchester United hetta kappingarárið hevur havt heilar 391 málroyndir, men hevur bert fingið 33 mál. Liðið hevur sostatt bert skorað uppá 8,44 prosent av royndunum teir hava havt á málið hjá mótstøðuliðunum í Premier League.

 

Bara ímóti teimum trimum uppflytarunum til Premier League, sum eru Burnley, Middlesbrough og Hull City hevur Manchester United havt heili 85 málroyndir, og bert tvær av hesum 85 málroyndunum hava givið mál til United.