Seinasta samdøgrið eru 3899 nýggir koronutilburðir staðfestir í Danmark. Hetta er størsta tal í eitt samdøgur síðan hin 18. desember í fjør, tá heili 4508 fólk vórðu staðfest positiv.
Hetta upplýsir Statens Serum Institut í sínari nýggjastu uppgerð.
- Líkt er til, at farsóttin koyrir víðari. Vit eru ikki á hinari síðuni av trupulleikunum, sigur Allan Randrup, sum er professari í virusfrøði á Keypmannahavnar Universiteti.
Hann heldur, at enn er ov tíðliga at meta um smittuverjutiltøkini, sum eru sett í verk í Danmark. Væntandi ganga eini 10-14 dagar frá tí, at tiltøkini eru sett í verk, til nakað kann sigast um virknaðin.
- So, vit noyðast at hava ís í maganum í eina tíð aftrat, sum professarin tekur til.
Tey, sum vórðu staðfest smittað seinasta samdøgur, eru funnin í 150.587 koronu-royndum. Tað merkir, at smittuprosentið er 2,59.
Á donskum sjúkrahúsum liggja nú 371 sjúklingar við koronu. Tað eru 15 fleiri enn mánadagin. Talið av innløgdum er hitt hægsta í Danmark síðan hin 9. februar í ár. Av teimum innløgdu, liggja 44 fólk á intensivari deild, harav 22 liggja í respiratori.
- Vit byrja at nærkast tí støði, har tað byrjar at pína, sigur professarin í virusfrøði á Keypmannahavnar Universiteti, Allan Randrup.
Síðan seinastu dagføring í gjár eru níggju fólk í Danmark staðfest deyð við koronu. Tað merkir, at samlaða talið av deyðum nú er komið upp á 2781, síðan farsóttin tók seg upp fyri stívliga hálvum øðrum ári síðan.










