38 ára gamli Maldini leingir

38 ára gamli Paolo Maldini hevur ongar ætlanir um at gevast fyribils. Hann hevur nevniliga júst longt sáttmálan við AC Milan, soleiðis at hann nú røkkur til komandi summar. Hetta førir við sær, at hann sum 40 ára gamal framvegis fer at vera partur av einum av heimsins bestu liðum.

 

Komandi kappingarár er kappingarár nummar 24 hjá sterka verjuleikaranum í AC Milan-troyggjuni, har hann skjótt hevur leikt heili 800 dystir.