ÍF kunnger í kvøld, at teir hava gjørt sáttmála við Sjúrð Jacobsen, sum annars bara hevur umboðað barndómsfelagið NSÍ í Føroyum. Partarnir hava gjørt ein eitt ára sáttmála.
Jan Ó. Ellingsgaard, sum hevur verið vinstri bakkur í Fuglafirði seinnu árini, verður ikki ein partur av hópinum komandi ár. Tí hevur felagið leitað eftir einum vinstra bakki, og valið fall á 38 ára gamla Sjúrð Jacobsen.
ÍF kunngjørdi fyrr í vikuni, at Alexandar Jovevic verður nýggjur vernjari í felagnum.