379 søkja inn á Setrið

Boð um upptøku verða send í seinasta lagi mánadagin 13. juli 2015

Stórur áhugi er fyri at lesa á Fróðskaparsetri Føroya. Tá freistin at søkja inn til hægri lestur var úti 1. juli 2015, vóru tilsamans 379 umsóknir komnar inn.

337 av umsóknunum eru til tær átta bachelorútbúgvingarnar – har av søktu 149 inn eftir kvotu 2 skipanini, meðan hinar 188 umsóknirnar eru frá umsøkjarum, sum hava søkt inn eftir kvotu1. Í fjør var talið av umsóknum samanlagt 336 til 9 bachelorútbúgvingarnar.

Aftur í ár varð MA-lestur boðin út, og her eru komnar samanlagt 42 umsóknir inn í mun til 30 umsóknir í fjør.

Tølini skulu takast við ávísum fyrivarni.

Býtið millum útbúgvingarnar, sett upp eftir vali sum fyrsta raðfesting, gjørdist soleiðis:

Bachelorútbúgvingar:
•    Føroyskt: 23  
•    Orkuverkfrøði: 25     
•    Lærara: 86            
•    Námsfrøði: 67        
•    Sjúkrarøktarfrøði: 81  
 
•    Sosialvísindi og samfelagsplanlegging (samfelagsvísindi): 27
•    Politikkur og umsiting (samfelagsvísindi): 9
•    Søga (Smátjóðir og altjóðagerð): 19

Masterútbúgvingar:
•    Løgfrøði: 23
•    Føroyskt: 2 

•    Masterlæra í søgu- og samfelagsvísindum: 17

Fróðskaparsetrið er farið undir at viðgera umsóknirnar, og boð um upptøku verða send í seinasta lagi mánadagin 13. juli 2015, verður sagt í tíðindaskrivi.