Hamas-stýrdu heilsumyndugleikarnir í Gazageiranum dagføra regluliga tølini yvir deyðar og særdar palestinar síðan ísraelsku innrásina.
Aftur í morgun hevur felagsskapurin eina nýggja dagføring, sum ikki er váttað av óheftum keldum.
Í dag sigur felagsskapurin, at tilsamans 37.396 palestinar eru dripnir og 85.523 eru særdir í Gazageiranum síðan oktober í fjør.
Tað var nevniliga hin 7. oktober í fjør, at Hamas púrasta óvæntað leyp á Ísrael við einum ótali av rakettum og bæði drap og rændi nógv fólk við markið.
Seinni gjørdi Ísrael innrás í Gazageiran.
Málið hjá Ísrael við innrásini er at jarðleggja hernaðarliga partin av Hamas, soleiðis at felagsskapurin ikki kann verða nøkur hóttan móti Ísrael.