– Her gongur sera væl, og føroyingarnir hugna sær. Tað er nógv spennandi á skránni, sigur Margareth Djurhuus, ið er partur av føroysku TeenStreet-leiðsluni.
Í ár eru 251 føroyskir tannáringar á leguni, meðan restin eru leiðarar, hjálparfólk og børn hjá leiðarum. Tilsamans eru 3.700 fólk á leguni úr nógvum av londunum í Evropa.
– Ongantíð áður hava so nógvir føroyskir tannáringar verið á TeenStreet. Men okkurt av hinum árunum hava tað tó verið fleiri føroysk hjálparfólk. Í fjør vóru 414 føroyingar tilsamans á leguni, og tað er tað mesta nakrantíð, sigur Margareth Djurhuus.
Tveir teir fyrstu dagarnar var sera heitt í Týsklandi, og tað var ikki so lætt hjá øllum føroyingunum.
– Tað vóru 38 til 40 hitastig. Tað vóru ikki allir føroyingarnir, ið høvdu drukkið nóg nógv av vatni, og sum fingu trupulleikar, men nú gongur væl. Vit minna tey allatíðina á at drekka og eta chips, so tey eisini fáa salt. Eftir tveimum døgum kom regn og toran gekk, og síðani tá hevur ikki verið so heitt, sigur Margareth Djurhuus.
Umleið helvtin av føroyingunum flugu við Atlantic Airways suður til Strasbourg og koyrdu haðani til leguna í Offenburg. Teir flestu av hinum føroyingunum flugu til Danmarkar og koyrdu so við bussi til Suðurtýsklands.
Legan endar fríggjakvøldið, og flestu av føroyingunum verða heima aftur leygardagin.