37 útlendskir gíslar deyðir

Algerski forsætisráðharrin, Abdelmalek Sellal, segði á einum tíðindafundi í dag, at 37 útlendskir gíslar doyðu í sambandi við gíslatøkuna í síðstu viku. Hann segði, at teir 37 gíslarnir eru úr átta londum, og at harumframt lat ein algerskur gísli lív.

-Fleiri av gíslunum vóru avrættaðir- skotnir í høvdið, segði forsætisráðharrin.

Abdelmalek Sellal (myndin) segði, at fimm gíslar eru ikki komnir afturíaftur.

Um gíslatakararnar segði hann, at teir vóru 32 í tali. 29 teirra eru deyðir, og tríggir eru tiknir til fanga. Sambært forsætisráðharranum komu um markið úr Mali. Leiðari teirra var algeri, og hinir vóru úr Egyptalandi, Mali, Niger, Mauritania, Tunesia og Kanada.