37 lestraríbúðir lidnar á ólavsøku næsta ár

Nú verður beinanvegin farið undir arbeiðið at gera lestraríbúðir í Kommunuskúlanum.

 

Tað var tíðliga í 2015, at hugskotið spratt um at gera ein part av Kommunuskúlanum til lestraríbúðir. Bústaðir komu síðan við eini ætlan, har skotið varð upp at byggja íbúðir í tí partinum av lonini, sum vendir móti Sjúrðargøtu og Tróndargøtu.

 

Síðan hevur verið arbeitt við málinum og fyrst í árinum varð yvirskipað avtala gjørd ímillum kommununa og Bústaðir um ætlanina. Verkætlanin varð boðin út til tveir høvuðsarbeiðstakarar, Eysturlon og Húsavarðartænastuna, sum átti lægra tilboðið. Selmar Nielsen Arkitektar, eru ráðgevarar, og prosjektleiðsluna fyri kommununa, hevur Bergur Rask Olsen.

 

Kommunan og Bústaðir hava síðan gjørt partalagsavtalu, um at fremja arbeiðið, sum Húsavarðartænastan nú fer undir.

 

Í morgun vórðu so sáttmálarnir undirskrivaðir og farið verður undir arbeiðið beinanvegin. Tað fyrsta, ið hendir, er at byggipallar verða settir upp, og so verður farið undir at skifta tak, og at klæða bygningin, áðrenn farið verður undir arbeiðið inni.

Og endamálið er, at tilsamans skulu 37 íbúðir standa klárar til ólavsøku næsta ár.

 

Aulan í skúlanum verður hildin í upprunastandi og sum áður brúkt til mentanarlig tiltøk, kórvenjingar, framsýningar, konsertir, fyrilestrar o.s.fr. Ætlanir eru frammi um at gera fimleikahøllina til innandura spælipláss.

 

Á myndini verður skrivað undir sáttmálan. Frá vinstru eru tey Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri í Havn, Andrass Róin, stjóri í Bústøðum, Jóhan Mortensen, stýrisformaður í Bústøðum og Heðin Mortensen, borgarstjóri.