37 deyð í bussvanlukku

Minst 37 fólk doyðu, og fleiri fingu skaða, tá ein bussur fór út av einari brúgv niður í ánna Jagbudi í India í nátt. Løgreglan sigur, at førarin misti tamarhaldið á bussinum, sum fór út av brúnni.

Blaðið Hindu skrivar, at 37 eru deyð, og at fleiri fingu skaða og eru flutt á sjúkrahús í býnum Khed. Samstundis arbeiða bjargingarfólk við at fáa bussin uppaftur.

Vanlukkan hendi á høvuðsvegnum millum býirnar Goa og Mumbai.