37 bilførarar í Suðuroy fingið bót

Løgreglan hevur steðgað rættiliga nógvum bilum í Suðuroy hesar seinastu dagarnar

Løgreglan hevur verið í holt við eitt rættiligt átak í Suðuroy, har ferðslan er kannað ymsastaðni í oynni.

 

Jaspur Vang hjá løgregluni í Suðuroy, sigur, at higartil hava 37 bilførarar fingið bót.

 

Í hesum umfarið hevur løgreglan ikki gjørt ferðmátingar, og tískil eru bilførararnir tiknir fyri onnur lógarbrot.

 

Løgreglumaðurin sigur, at serliga leyp tað í eyguni, at rættiliga nógvir bilførarar brúktu ikki trygdarbelti Tríggir bilførarar fingu eisini bót fyri at hava børn í bilinum, uttan at spenna tey í trygdarbelti.

 

Av teimum fekk ein bilførari bót fyri at koyra barn í skúla, uttan at spenna tað í belti. Men tá ið talan er um børn, sum ikki sita í belti, fær bilførarin eisini klipp í koyrikortið

 

Annars fingu bilførarar bót fyri at tosa í fartelefon, fyri ikki at hava ljósini ílagi, fyri ikki at hava koyrikortið uppi á sær, os.fr.