37 ára gomul hindu vil vera forseti í USA

Fyrsti kongresslimur í USA sum er hindu og amerikansksamoari, Tulsi Gabbard, sum er krígsveteranur úr Irak, ætlar sær at bjóða Donald Trump av á forsetavalinum næsta ár

 

37 ára gamla Tulsi Gabbord, sum er kongresslimur fyri Demokratarnar, stillar upp á forsetavalinum í USA næsta ár.

 

Tað segði Gabbard, sum umboðar Hawaii í Kongressini, við CNN í gjár.

 

– Eg havi gjørt av at stilla upp og komi við eini almennari fráboðan í næstu viku, sigur Gabbard, sum situr í uttanríkisnevndini í Umboðsmannatinginum.

 

Tulsi Gabbard er bæði tann fyrsti hindu og tann fyrsti amerikansksamoari, sum er valdur í Kongressina. Hon er harumframt krígsveteranur úr Irak.

 

Gabbard sigur, at høvuðsmál hennara í valstríðnumfer at vera »spurningurin um kríggj og frið«.

 

– Tað eru fleiri orsøkir til, at eg havi tikið hesa avgerð. Tað eru fleiri avbjóðingar, sum bíða amerikanska fólkinum, og sum órógva meg og vil loysa, sigur hon.

 

37 ára gamli demokraturin nevnir veðurlagsbroytingarnar og ófullfíggjað heilsuhjálp millum trupulleikarnar.

 

Í 2020 skulu amerikanararnir atkvøðu um landsins næsta forseta. Sitandi forsetin, republikanski Donald Trump, hevur fyrr sagt, at hann ætlar sær at stilla upp til eitt nýtt forsetaskeið.

 

Demokratiski senatorurin Elizabeth Warren, sum umboðar Massachusetts, boðaði 31. desember frá, at hon er í ferð við at seta sær eina nevnd at viðgera, um hon skal bjóða seg fram.

 

Ein slík nevnd er fyrsta stigið, áðrenn eitt forestavalevni alment boðar frá síni avgerð um at stilla upp.

 

Tann 69 ára gamlaElizabeth Warren gjørdist kend í USA fyri skarpa kritik sín av Wall Street, bankaídnaðin og stóru feløgunum í kjalarvørrinum av fíggjarkreppuni í 2008.

 

Tíðingastovan Reuters nevnir fleiri demokratar, sum væntast kunnu at stilla upp á forsetavalinum næsta ár. Har eru millum anna senatorarnir Kamala Harris, Cory Booker og Kirsten Gillibrand eins og fyrrverandi varaforsetin Joe Biden.

 

Harumframt er Julian Castro, sum var íbúðarmálaráðharri undir Barack Obama forseta, eisini fær at kannað sína støðu.

 

/ritzau/