37 ára gamal bjargaði Víkingi

TB helt tørn, inntil tað restaðu tíggju minuttir, og síðstu løtuna vóru tvøramenn undirmannaðir

Tað gongur fínt hjá Víkingi. Í dag endaði tað við 1-0 heimasigri ímóti TB, og nú hevur Víkingur í trimum dystum síðani summarsteðgin vunnið níggju stig. TB hevur í fýra dystum síðani summarsteðgin einki stig vunnið.

 

37 gamli Sølvi Vatnhamar hevur mangan verið bjargingarmaður hjá Víkingi, og tað var hann aftur í dag. Hann skoraði sigursmálið seint í seinna hálvleiki, og nú hevur hann skorað átta mál í landskappingini í ár, og tilsaman hevur hann í 374 landskappingardystum í besti deildini skorað 124 mál.  

 

Tað er øgiliga stórur munur á TB liðnum, sum í dag var í Sarpugerði og tí TB liðnum, sum 1. apríl og í øðrum umfari var í Gøtu og tapti 7-0. Í dag var úrslitið 1-0 heimasigur. Tá ið Rúni Gaardbo bríkslaði fyri síðstu ferð, var tað lætti í heimaleguni, tí tá ið tað bara er eitt mál á muni, so lúrir møguleikin alla tíðina fyri, at mótstøðuliðið fer at javna.

 

Fýra minuttir undan leikloki sá TB spælarin Samudeen Musah gula kortið fyri aðru ferð og varð tískil leikbannaður. Tað kemur illa við, nú tá ið stríðið hjá TB um at sleppa undan niðurflyting verður alt størri.

 

Víkingur var leikliga omaná, og víkingarnir vunnu seg til fleiri góðar møguleikar. Tó eydnaðist tað ikki at skora mál í fyrra hálvleiki, tá ið Arnbjørn Svensson eftir horna longu í fimta minutti og Poul Kallsberg miðskeiðis í fyrra hálvleiki høvdu góðar møguleikar.

 

Sum seinni hálvleikur leið kendist tað sum um, at tíðin arbeiddi fyri gestirnar, sum megnaðu at varðveita verjuskipanina, og at teir kundu vera vandamiklir sást, tá ið seinna umfarið var fýra minuttir gamalt, og nýggi álopsspælarin  Onyekachi Hope Ugwuadu var í góðari støðu, og minuttin seinni var tað miðvallarin Nikolei Johannesen, sum var í góðari støðu.

 

Heimaliðið hevði  sum seinni hálvleikur leið alt meiri trýst á mótstøðumáið, og so var tað 12 minuttir undan leikloki og eftir hornaspark, at dómarin bríkslaði fyri brotssparki til Víking. Sølvi Vatnhamar umsetti til 1-0 og trý stig, og Víkingur hevur í dag styrkt um sína støðu í kappingini um europeiskt pláss á sumri í 2024.