363 fólk fingu seinna prikið fyrradagin

Fyrradagin vórðu 363 koppsetingar gjørdar. Øll, sum vórðu koppsett, fingu seinna prik.

Tilsamans 7927 koppsetingar eru gjørdar í Føroyum. 4253 føroyingar hava fingið fyrra prikið og 3674 hava fingið seinna prikið. 6,9 prosent av føroyingum eru nú liðugt koppsettir.

Nøkur búfólk á ellis- og røktarheimum í Norðoyggjum vórðu koppsett í gjár,  og nú verður stuttur steðgur í koppsetingini.