36 orðblindalærarar fingið prógv

Orðblindalæraraútbúgvingin fer at vera góð hjálp hjá teimum, sum eru lesi- og skriviveik, serliga hjá teimum orðblindu.

- Førleikin at lesa og skriva hevur grundleggjandi týdning í dagsins samfelag, og tí er tað ein rættur hjá øllum uttan mun til aldur at fáa neyðugu hjálpina at menna sín lesi- og skriviførleika. Tí er neyðugt, at fólk við servitan, sum kunnu hjálpa og vegleiða, starvast innan økið, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður.

 

Eftirútbúgving er ein liður í hesum arbeiði, og hósdagin 7. mai fingu 36 lærarar handað prógv sum orðblindalærarar.

 

Seinastu árini hevur mentamálaráðið miðvíst arbeitt við at menna lesi- og skriviundirvísingina í fólkaskúlanum og eisini orðblindaundirvísing í vinnu- og miðnámsskúlum og fyri vaksin.

 

Í fjør vóru stig tikin til at seta í verk eftirútbúgving innan orðblindni til tess at tryggja, at bæði børn, ungfólk og vaksin kunnu fáa eina mennandi skúlagongd og útbúgving, hóast tey eru orðblind. Útbúgvingini er skipað í einum breiðum høpi, har luttakararnir eru frá fólkaskúla, vinnu- og miðnámsskúlum, Skúlanum á Trøðni, Sernámi og frá Felagnum Lesi- og skriviveik. Undirvísingin er eisini løgd til rættis við atliti at hesum, soleiðis at stórur partur av undirvísingini er felags, men at fólkaskúlalærarar harumframt taka ein part, serliga við atliti at undirvísa børnum, ið eru orðblind.

 

Lesi- og skriviførleiki hava grundleggjandi týdning í allari læring og í arbeiðslívi. Tað er tí  umráðandi, at børn, ið eru lesitarnað, m.a. orðblind, fáa fakliga og námsfrøðiliga hjálp so tíðliga sum til ber.

 

Málið er, at orðblindir næmingar fáa  javnbjóðis skúlagongd og útbúgving sum aðrir næmingar. Hetta setur krøv til, at fyriskipanir eru í øllum skúlaverkinum, og at samstarv er um skiftið frá einari skúlaskipan til aðra. Sera umráðandi er, at orðblindalærarar fylgja næminginum í skiftinum millum skúlar, so at næmingurin í ungdómsárunum fótar sær í nýggjum umhvørvi við øðrvísi avbjóðing.

 

- Orðblindalæraraútbúgvingin fer at vera góð hjálp hjá teimum, sum eru lesi- og skriviveik, serliga hjá teimum orðblindu. Tí tey lesandi hava við útbúgvingini fingið sær fakligan og námsfrøðiligan førleika at staðfesta lesitarn, serliga  við atliti at orðblindi og at leggja til rættis, ráðgeva og skipa undirvísing, so at orðblindir næmingar kunnu ogna sær  haldgott fakligt støði, javnbjóðis teimum, sum ikki eru orðblind, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður.