36 milliónir í uppsagnarløn

David Moyes fær "bert" 36 milliónir í uppsagnarløn, hóast hann hevði 6-ára langan sáttmála við Manchester United

Bretskir miðlar hava nú snoddað seg fram til, hvat tað kostar enska stórfelagnum, Manchester United, at senda venjaran, David Moyes, til hús.

 

Moyes skrivaði í fjør undir ein 6-ára langan sáttmála, og sum útgangsstøði er longdin á sáttmálanum avgerandi, tá hesin verður sagdur upp.

 

Sum skilst var ein klausulur í avtaluni, har tað varð staðfest, at varð Moyes uppsagdur, tí Manchester United endaði uttan fyri top-4, var uppsagnarlønin bert ein ársløn. Árslønin hjá David Moyes var £4,5 mió - svarandi til 36 milliónir av okkara krónum.