Aftur hesa vikuna seta tey í Vestmanna kommunu sjóneykuna á eitt starvsfólk og eitt starvsøki í kommununi.
- Hesaferð varpa vit ljós á reingerðararbeiðið, og kommunan eigur nógvar bygningar, og reingerðarfólk eru knýtt at teimum øllum. Eitt teirra er Katrina Müller.
Í kommununi vísa tey á, at allir næmingar og starvsfólk í skúlanum kenna Katrinu. Hon er sera blíð, prátar við bæði stór og smá, og tað kemur ongantíð eitt øvut orð frá henni.
- Katrina hevur verið sera trúføst í starvi sínum. Hon byrjaði at vaska í Vestmanna skúla í 1989 og hevur arbeitt her líka síðan.
Sagt verður um Katrinu, at hon er serstakliga ordilig og gjøllig í øllum, sum hon ger.
- Tað eru ikki støv ella blettir at síggja, tá hon hevur verið á staðnum. Tað kann stundum taka drúgva tíð - eisini longri, enn tímarnir siga, men Katrina gevst ikki, fyrr enn hon er nøgd við úrslitið.
Hetta sæst eisini aftur í, at Vestmanna hevur eina høll og tveir skúlabygningar, ið eru sera væl hildnir, hóast árini eru mong, og virksemið er nógv.
Víst verður á, at tilsamans sjey fólk knýtt at reingerðini í Vestmanna skúla, harav trý fólk vaska í gamla skúla, og trý vaska í nýggja skúla, umframt at eitt fólk tekur sær av ítróttahøllini.
- Á dagstovnunum eru fýra fólk, sum taka sær av reingerðini. Síðan eru tað aftur onnur, bæði tilkomin og ung, sum vaska í eitt nú heilsumiðstøðini, kommunuskrivstovuni, havnarskrivstovuni, almennum vesum og aðrastaðni.
Tað eru bara høllin, skúlin og dagstovnarnir hjá kommununi, sum hava so mikið nógv virksemi, at tað verður vaskað hvønn dag. Í øðrum bygningum verður vaskað eina til tríggjar ferðir um vikuna.
- Í summar takkar Katrina Müller fyri seg eftir samfull 36 ár í reingerðini í skúlanum.
- Vit kenna okkum heppin at hava so drúgv og trúgv starvsfólk, og fríggjadagin fer kommunan at heiðra seks reingerðarfólkum, sum hava rundar starvsdagar, siga tey í Vestmanna kommunu.










