Tað er stórt virksemi í Eysturoy. Tað sæst eitt nú á arbeiðsloysistølunum, sum siga, at tað fyrsta november í fjør vóru lutfalsliga fæst arbeiðsleys í Eysturoy – 1,1%.
Fyribils uppgerðin hjá Taks yvir goldnan kommunuskatt í 2017 vísir, at samantalt rindaðu eysturoyingar í fjør 36.428.306 krónur fleiri í kommunukassarnar, enn teir gjørdu í 2016.
Tað svarar til ein vøkstur á 9,34 prosent. Miðal vøksturin fyri allar kommunurnar var 6,01 prosent.
Lutfalsliga størsti vøksturin var í Fuglafjarðar kommunu, har meirinntøkan var 7.060.327 krónur ella 12,78 %.
Í hinum kommununum síggja tølini soleiðis út:
Nes 12,09 % - 4.798.358 krónur
Sjóvar 10,64 % - 3.253.687 krónur
Eiðis 9,62 % - 1.899.093 krónur
Runavíkar 7,83 % - 11.011.793 krónur
Sunda 7,30 % – 4.296.196 krónur
Eystur 5,13 % - 4.108.852 krónur
Sunda kommuna hevur heimstað á Oyrarbakka, men hon fevnir eisini um fleiri bygdir hinumegin Sundalagið.










