352.000 kr til Føroyaferð

Tað kost­aði danska rík­is­kass­­­an­um 352.000 krónur, tá fyrr­­ver­andi for­­sæt­­is­­ráð­­harr­­in Lars Løkke Ras­mus­­sen, kon­an Sól­run, seks e­m­bæt­­is­­fólk og tveir lív­verj­ar fóru til Før­oya í au­gust í 2010.

Tað var eitt flog­far hjá loft­­verj­­uni, sum flutti fylg­ið til Før­­oya og aft­ur til Dan­mark­­ar. ??Lars Løkke Ras­mus­sen sigur við Ekstra­­blað­ið, at hann hevur onga á­byrgd av, at ferðin kost­aði skatt­a­borg­­ar­­­u­num 352.000 krónur, tí tað er for­sæt­is­mála­ráð­ið, sum leggur slíkar ferðir til rætt­is.
Ekstrablaðið skrivar, at høvdu forsætisráðharrin og fylgi hansara flogið við At­lants­flogi ístaðin fyri, hevði ferðin kostað donsku skatt­a­borg­ar­unum 37.000 krónur.