Ein kanning hjá altjóða barnagrunninum UNICEF av viðurskiftunum hjá børnum í tí framkomna partinum av heiminum kemur til ta skelkandi niðurstøðu, at á hvørjum ári doyggja umleið 3500 børn av harðskapi ella vantandi røkt.
Kanningin umfatar viðurskiftini hjá børnum upp til 15 ára aldur í 27 londum, og hon vísir, at tað eru serliga børn undir fýra ár, sum eru fyri harðskapi, og at tað eru annaðhvørt mamman ella pápin, sum fremja harðskapin.
UNICEF sigur, at í Bretlandi og Týsklandi doyggja tvey børn um vikuna av harðskapi ella vantandi røkt, í Fraklandi doyggja trý um vikuna av somu orsøkum og í Japan fýra. Ringast stendur til í USA, har heili 27 børn doyggja í meðal hvørja einastu viku av harðskapi ella misrøkt.
Danmark stendur eisini á listanum hjá UNICEF. Sagt verður, at átta donsk børn undir 15 ára aldur doyggja árliga av harðskapi ella vantandi røkt.
UNICEF vísir í frágreiðingini á, at bara sjey lond hava við lóg bannað vaksnum at gera seg likamliga inn á børn. Londini eru Svøríki, Finnland, Noreg, Danmark, Ísland, Týskland og Eysturríki. Hinvegin hava øll heimsins lond uttan tvey staðfest ST-sáttmálan um rættindini hjhá børnum. Tey bæði londini, sum ikki hava staðfest sáttmálan, eru Somalia og USA.