350 krónur fyri at síggja hesar

Nú eru fyrstu atgongumerkini til landsdystin móti Norðurírlandi í morgin til sølu á netinum og prísurin hækkar skjótt.

Atgongumerkini til landsdystin móti Norðurírlandi í morgin vóru skrædd burtur eftir fáum tímum, tá tey vóru sett til sølu á heimasíðuni hjá FSF fyrr í ár.

 

Hetta er sama søga sum vit hava sæð nakrar ferðir nú, og bæði til dystin móti Grikkalandi í juni og næsta dystin móti Rumenia í oktobur, vóru atgongumerkini útseld eftir stuttari tíð.

 

Og eins og til dystin móti Grikkalandi, so eru fólk nú farin í gongd við at selja síni atgongumerki á netinum.

 

Ikki eru líka nógv atgongumerki sett til sølu sum undan dystinum móti Grikkalandi, men í skrivandi løtu er hægsta boð upp á tvey atgongumerki 700 krónur.

 

Nógv rumbul var undan dystinum móti Grikkalandi, tá B36 seldi atgongumerki sum part av einum pakka, men pakkin kostaði meiri enn atgongumerkini kostaðu hjá FSF.

 

Eisini var stór ónøgd, tá atgongumerkjasølan til dystin móti norðurírland byrjaði, og tað gjørdist greitt, at Tryggingarfelag Føroya hevði keypt fleiri hundrað atgongumerki áðrenn tær vóru lagdar út í almennari sølu.