2.115 minuttir ella 35 tímar og eitt korter. Somikið leingi skuldi KÍ bíða, áðrenn teir aftur fingu eitt brotsspark í sín lut.
Seinast KÍ fekk brotsspark í landskappingardysti, var nevnliga tann 24. september í fjør, tá teir í 24. umfarinum av Formula-deildini vunnu 2-1 á NSÍ. Ta ferðina setti Atli Danielsen bóltin í meskarnar handan Jens Martin Knudsen, men somu eydnuna hevði Heðin á Lakjuni so ikki, tá hann royndi seg móti Jóan Paula Jacobsen í B36-málinum í yvirtíðina av dystinum sunnudagin.
Hagtølini í so máta eru tó bara galdandi fyri landskappingina. Í steypakappingini fekk KÍ nevnliga brotsspark móti júst B36, tá teir tann 14. oktober spældu finaluna um løgmanssteypið móti B36. Eisini ta ferðina skoraði Atli Danielsen. Og so var talan sjálvandi eisini um nógv brotsspørk, tá KÍ fyrr í ár tapti fyri Skála eftir brotssparkskapping í kappingini um Løgmanssteypið.