35 ára starvsdagur á Eiði

Týsdagin 17. juni 1975 kl. 13.00 byrjaði Marin Olsen sín fyrsta arbeiðsdag á virkinum á Eiði, sum nú hoyrir til Norðís P/F.

Síðan henda dag hevur hon verið knýtt at virkinum, burtursæð frá styttri tíðarskeiðum, har hon hevur arbeitt á øðrum virkjum.


Tá Marin í dag tók móti einum blómutyssi í samband við dagin, segði hon, at hon hevði verið glað fyri at arbeitt á virkinum, og at hetta hevði verið eitt gott arbeiðspláss, og tað var orsøkin til at hon ikki hevði longst eftir øðrum arbeiðum og hevði følt seg sum heima her.


Eisini segði hon, at hóast hon fylti 67 í vár, hevði hon ongar ætlanir um at gevast við hesum arbeiði.


Hetta er tað slagið av arbeiðsfólki vit tørva, fólk sum eru jalig, arbeiðssom og glað fyri sítt arbeiðspláss.


Leiðslan á Norðís P/F vil takka Marin fyri hesu mongu ár á virkinum á Eiði og ynskja henni enn mong góð ár og alt tað besta fyri hana og hennara.