35 ára starvsdag hjá Útvarpi Føroya

Leygardagin 1. januar 2005 hevur Jógvan Arge, útvarpsmaður, 35 ára starvsdag hjá Útvarpi Føroya.

Jógvan er 57 ára gamal. Føddur og uppvaksin í Havn. Barna- og unglingaárini búði hann á Tinghúsvegnum, gekk í nonnuskúla, millumskúla og studentaskúla.

Eftir lokið studentsprógv í Hoydølum í 1966, fekk hann sær útbúgving sum journalistur á Ritzaus Bureau í Keypmannahavn frá 1967-70 og byrjaði sum programmedarbeiðari í Útvarpi Føroya 1. januar 1970.
Frá 1979-1989 var hann leiðari fyri tíðindadeildina, og síðan 1989 hevur hann verið programleiðari á stovninum.

Jógvan var formaður í Ítróttasambandi Føroya frá 1978-1980, og í 1999 fekk hann heiðursviðurkenning frá ÍSF.

Síðan 1. januar 2001 hevur hann verið limur í Tórshavnar Býráð fyri tjóðveldisflokkin, og í nýggju býráðssamgonguni er Jógvan varaborgarstjóri.

Jógvan er sonur Petru f. Gregersen úr Syðrugøtu og Niels Juel Arge, útvarpsstjóra, sála. Hann er næstelstur av fimm systkjum. Hini eru: Jórun Arge, Ólavur Arge, Suffía Eliasen og Magni Arge.

Jógvan er giftur við Maritu f. Niclasen úr Nesi í Hvalba. Hon er útbúgvin pædagogur á Føroya Læraraskúla í 1991.

Børnini eru: Niels Juel Jógvanson Arge f. 1966, búskaparfrøðingur, Uni Jógvanson Arge f. 1971, tíðindamaður, og Jóhanna Arge, f. 1972, løgfrøðingur.

Umframt útvarpsarbeiðið er Jógvan eisini kendur sum rithøvundur, serliga fyri sínar bøkur um føroyingar í Grønlandi.