Føðingardagur
Fimleikafelagið Støkk á Glyvrum hevur 35 ára føðingardagin fríggjadagin, 23. november. Í hesum sambandi hevur felagið avgjørt at gera nakað burtur úr føðingardegnum.
Fríggjakvøldið verður skipað fyri eini veistlu fyri børnunum, og verður hendan hildin í Støkkhøllini. Umleið 130 børn hava teknað seg til hesa veitslu.
Tað er tó ikki bert fríggjadagin, at nakað verður gjørt burtur úr føðingardegnum. Veitslan heldur fram leygardagin, tá kl. 16.00, tá stór gallaframsýning verður í Ítróttarhøllini í Runavík. Nógv verður ætlandi gjørt burtur úr hesari, og fer skráin millum annað at fevna um vanligan fimleik, stuttligar upptraðkanir og veruliga professionellan fimleik. Framsýningin verður hálvan annan tíma til longdar.
Um kvøldið, kl. 20.00, verður so gallaveitsla í Kappróðrarneystinum hjá NSÍ, og vónar fimleikafelagið sjálvsagt, at nógv fólk fara at tekna seg til hesa. ´
Støkk sigur at enda í tíðindaskrivi, at atgongumerki til veitsluna kunnu keypast á Kunningarstovuni, Kiosk Vár og á Statoil við Saltangará.










